Ítróttur

Sjúrður: VÍF er favorittur

...

2015-02-07 01:01 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Steypafinalurnar í CocaCola-kappingini kvinnum og monnum verða leiktar í morgin. JN.fo hevur sett seg í samband við Sjúrður K. Thomassen, sum spælur við mansliðnum hjá Neistanum.

Hevur tað nógv at siga, at sleppa at spæla á gula gólvinum?

- Ikki bara gula gólvið, men allir karmarnir um finaluna gera tad til nakað heilt serligt, og tad er nokk tad stórsta og stuttligasta - at vera partur av í føroyskum hondbólti, stórt rós til tey sum skipa fyri.

Hvussu ofta hevur tú verið við í steypafinaluni?

- Eg havi verið 4 ferðir 09,10,11 og so var eg skaddur í 12 tá vit eisini vóru partur av henni, og eg gleði meg at spæla aftur

Eru allir leikarar tøkir til dystin?

- Ja allir er tøkir, nú er Teitur eisini vid aftur

Hvørja styrki hava tit, og hava tit nakran veikleika? Hvør er styrkin, og hvør er veikleikin hjá mótstøðuliðnum?

- Styrkin hjá okkum er verjan og málmaðurin, veikleikin er nokk at vit ikki eru nóg góðir til at skora mál.

Teir hava ikki sum so nakran veikleika, teir eru væl fyri fysiskt og spæla skjótan og gódan hondbólt,

Hvussu væntar tú gongdin verður í dystinum, og hvør stendur eftir sum vinnari?

- VÍF eru nokk favorittar, men alt kann henda í eini steypafinalu, eg vænti ein rímiliga javnan dyst, har verjurnar koma at standa væl, kanska ikki so nógv mál.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder