Tað verður Sjúrður Skaale, fólkatingsumboð fyri Javnaðarflokkin, sum fer at seta Norðurting í Norðurlandahúsinum mikudagin 1. Desember kl. 19.30. Jenis av Rana, landstýrismaður í uttanríki- og mentamálum, sum upprunaliga skuldi halda setanarrøðu, hevur fingið forfall.
Norðurting er ein ferðandi fólkafundur, ein veitsla fyri útjaðaran, ein loysingarørsla fyri arktisku koloniirna, sum brúkar list til at viðgera politiskar spurningar, sum hava við arktiska økið at gera. Hvat hugsa føroyingar um sjálvstýri, fiskivinnupolitikk, Danmark og geopolitikk? Alt hetta og meira verður viðgjørt til Norðurting.
NORÐURTING snýr seg um at broyta mátan vit hugsa ??? bæði í norðri og suðuri.
NORÐURTING snýr seg um hvørjar søgur vit siga, og hvør sigur tær.
NORÐURTING snýr seg um at taka ræðið aftur.
Sum man sigur:Make the North Great Again!
Lagt er upp til eitt stuttligt (og álvarsligt) kvøld við marsjorkestri, punk, felagssangi, powerpointframløgu, atkvøðugreiðslu, lutakasti, politiskari greining og konfetti!
Luttakarar, umframt Amund Sjølie Sveen og Erik Stifjell frá Nordting, eruEdith Dahl Jakobsen, 200, Harmoniorkestrið GHM, Vár Bech Árting frá Riva, Dansibólkur frá háskúlanum.
Tiltakið er ókeypis
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald