Í farna valskeiði varð stovnaður ein arktiskur arbeiðsbólkur á Fólkatingi, og Sjúrður Skaale bleiv formaður.
Í dag hevur fólkatingi gjørt av at halda fram við arbeiðinum, og Sjúrður er afturvaldur til formann.
-Endamálið er at gera arbeiðið so praktiskt og ítøkiligt sum gjørligt. Tað er nógvastaðni, at menningin í Arktis verður umrøtt á sera yvirskipaðan hátt ??? men her er ætlanin, at tað skal vera praktiskt, sigur Sjúrður
Arbeiðsbólkurin fevnir um allan Ríkisfelagsskapin men eyðsæð er, at mesti denturin verður lagdur á Føroyar og Grønland.
-Ítøkiliga málið er at slóða fyri, at vit fáa lut í teirri menning, sum fer fram í økinum. Vit skulu hava virksemi, arbeiðspláss og íløgur til m.a. Føroyar, sigur fólkatingsmaðurin.
Hann minnir á, at íløgur, vøkstur, tryggleiki og umhvørvisvernd mangan eru fleiri síður av somu søk.
-Taka vit tilbúgving sum dømi, so er upplagt, at íløgur í hetta verða gjørdar í Føroyum, tí vit liggja beint á einari av komandi siglingarleiðunum, sigur hann. Tað økir um tryggleikan ??? men skapar eisini inntøkur og arbeiðspláss.
Umboð í íløgubanka
Í dag var eisini eitt umboð fyri Fólkatingið valt í eftirlitsnevndina í Norðurlendska Íløgubankanum. (Den Nordiske Investeringsbank, stytt NIB).
Hetta er ein fleirtjóða íløgustovnur, sum Norðurlond og Baltalond eiga. Endamálið er at fíggja verkætlanir, ið bøta um kappingarførið og umhvørvið í hesum londum.
Sjúrður Skaale varð í dag valdur í hesa nevnd sum umboð fyri Fólkatingið.
-Hetta passar væl saman við hinum sessinum, og eg fari sjálvsagt, um føroyskir myndugleikar og fyritøkur ynskja tað, at leggja fram føroyskar verkætlanir fyri henda banka, sigur Sjúrður Skaale.
Føroyski fólkatingsmaðurin tekur við hesum sessinum 1. juni næsta ár, og skal sita í tvey ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald