Politikkur

Sjúrður arbeiðir ímóti føroyskum áhugamálum

...

2015-02-23 03:27 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, skírir í vikuskiftinum løgmann fyri at skaða føroyska umdømið. Tað er enn eitt greitt dømi um, at Sjúrður arbeiðir ímóti føroyskum áhugamálum. Løgmaður gjørdi bara tað, sum Atli Dam, fyrrverandi løgmaður og formaður í javnaðarflokkinum, gjørdi í 1977.

Russland

27. november tað árið skrivaði Atli Dam, løgmaður, undir sínámillum fiskiveiðuavtalu við Sovjetsamveldið. Hóast fiskiveiðuavtalan stríddi móti donskum og vesturlendskum sjónarmiðum, gjørdi løgmaður tað alíkavæl, tí avtalan tænti føroyskum áhugamálum.

Hetta má metast at vera djarvasta og týdningarmesta avgerðin í føroyskum uttanríkispolitikki, tí føroyska kravið í 2009 um hægri makrelkvotu bygdi m.a. á avtaluna, sum Atli Dam gjørdi við USSR í 1977.

Javnaðarflokkurin arbeiddi ímóti hægri makrelkvotu

Hetta er ikki fyrstu ferð, Sjúrður Skaale og javnaðarflokkurin arbeiða ímóti føroyskum áhugamálum. Tá Jacob Vestergaard ásetti hægri makrelkvotu, gjørdi Aksel V. Johannesen greitt, at javnaðarflokkurin tók ikki undir við ætlanini. Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, hevði møguleika at atkvøða ímóti handilsbanninum hjá ES, men nei, tað gjørdi hann ikki. Hann atkvøddi blankt. Ístaðin vildi fólkatingsmaðurin nakrar mánaðir seinni hava Føroyar at lima seg í ES!

Handilsavtalan hjá løgmanni

Eg taki frástøðu frá russisku innrásini. Vónandi finna Russland og Ukraina permanenta loysn, so at vit aftur fáa frið í Eysturevropa.

Men søguliga hevur Russland verið okkara samstarvspartnari. Tað sóu vit undir ES boykottinum. Eingin vildi hava nakað við Føroyar at gera. Uttan Russland. Teir vildu fegin taka ímóti okkara sild og makreli. Tí var tað rætt av løgmanni at gera handilsavtalu við Russland. Avtalan kostar kanska her og nú, men uppá longri sikt tænir avtalan føroyskum áhugamálum.

Hanus Samró

Løgtingsmaður fyri fólkaflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder