Eftir dystin millum Neistan og H71, hittu við Sjúrða Thomassen hjá Neistanum.
Vit spurdu Sjúrða, hvat tað hevði at siga, at dysturin í dag endaði við javnleiki.
- Tað vil siga, at alt er opið enn, einki er avgjørt, vit fara til Hoyvíkar at vinna dystin, so vit kunnu spæla á tí "Gula gólvinum"
Vit spurdu hann so, hví teir blíva við at koma aftur, hvørja fer teir eru nøkur mál aftanfyri.
- Vit eru mentalt væl fyri, vit hava roynt tað fleiri ferðir í ár, men vit geva aldrin upp.
Les eisini: Helgi: Vit fingu ikki stýr á okkara spæl.
Vit spurdu hann eisini, um tað hevði nógv at siga, at Rói javnaði uppá brotskast.
- Eg trúgvi at tað hevur øguliga nógv at siga fyri okkum mentalt, tí eitt mál kann koma at hava ótrúliga nógv at siga.
Til síðst spurdu vit hann, um Neistin skal broyta nakað í Hoyvík.
- Eg trúgvi ikki, eg trúgvi - at vit skulu koyra okkara spæl, tað er at taka tempo???i úr dystinum, segði Sjúrður við JN.fo beint eftir dystin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald