2019-10-15 21:40

"Sjúrðarberg" til fiskiskap í 1956 og landing av fiski í Klaksvík. William Sloan í Havn lánti filmstólið hjá Gunnari Gunnarsson (1916-1992) og filmaði hendan forvitnisliga filmin í 1956. Gunnar sá nyttuna í, at William dokumenteraði arbeiðslívið umborð á einum síðutrolara. William Sloan var telegrafistur umborð á Sjúrðarberg. Talan er um 8 mm svart/hvítan film, skrivar Heri Simonsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald