2016-03-18 17:16
Klaksvíkstrolarin Sjúrðarberg fer í nátt at sigla heim við 725 tonsum í lastini.
Vit á www.JN.fo tosaðu umborð fyri løtu síðan, skiparin Rólvur í Norðnástovu segði, at teir seint í kvø'ld blivu á kontrollpunktinum og so settu teir kós móti Føroyum. Skiparin roknaði við, at teir verða á Klaksvík mánamorgunin.
Sjúrðarberg hevur hendan túrin roynt í norskum sjógvi, meginparturin av veiðuni er toskur, men teir hava eisini fiskað ein part av upsakvotuni.
Sjúrðarberg fór úr Føroyum 15. februar.
Tað eru 19 mans við hendan túrin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald