2018-02-22 13:00

Frystitrolarin Sjúrðarberg, sum hevur roynt í norska partinum av Barentshavinum er farin at sigla heim við fullari last - uml. 750 tons av avhøvdaðum fiski, sum teir hava fryst umborð.
Í løtuni er Sjúrðarberg staddur tætt norður úr Honningsvåg.
Sjúrðarberg skal landa veiðuna í Klaksvík, teir verða helst á Klaksvík mánadagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald