2015-10-16 16:15
Tíðliga í morgun stevndi frystitrolarin Sjúrðarberg inn á Klaksvíkina, eftir at hava verið bæði til rækjufiskiskap og toskafiskiskap í Barentshavinum, teir hava 380 tons av toski í lastini, nú teir komu heim.
Sjúrðarberg fór úr Føroyum uml. hálvan juli, teir fóru fyrst til rækjufiskiskap í Barentshavinum, teir fiskaðu 180 tons av rækjum, sum vórðu landaðar í Tromsø, til rækjufiskiskapin vóru 12 mans við skipinum - reiðarin Hanus Hansun sigur, at rækjuprísurin var góður, teir fingu uml. NKR. 35,- fyri kilo.
Sjúrðarberg fór síðan á toskaveiðu í Barentshavinum, har teir hava fiskað 380 tons, sum teir skulu landa í Klaksvík.
Skipari á Sjúrðarbergi er Rólvur Norðnástovu úr Mikladali, manningin taldi 20 mans.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald