Vinna

Sjúrðarberg komin heim úr Barentshavinum

...

2015-05-25 02:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Klaksvíkstrolarin Sjúrðarberg, sum fór at sigla heim úr Barentshavinum fyri 4 døgum síðan, stevndi í dag um 16-tíðina inn á Klaksvík, fullfermdur av skráskornum toski - uml. 720 tons.

Sjúrðarberg hevur havt góðan fiskiskap, teir hava verið til fiskiskap í góðar 4 vikur.

Veiðan verður landað í Klaksvík, og tá ið liðugt er at landa skal skipið á beding.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder