Sjúrðarberg kemur á Klaksvík um 23-tíðina í kvøld, við 435 tonsum inni, sum teir hava fiskað í Barentshavinum. Sjúrðarberg fór í Barentshavið at fiska av kvotuni hjá Gadus, tí tað sá ikki út til, at Gadus fór at klára at fiska kvotuna, men nú Sjúrðarberg kemur heim er øll kvotan fiskað.
Sjúrðarberg skal landa veiðuna í Klaksvík.
JN.fo tosaði við reiðaran Hanus Hansen í kvøld, vit spurdu um, nær Gadus fór at verða klárur, tí hann hevur verið á beding hjá MEST í Havn, Hanus segði, at ætlanin er, at Gadus skal fara avstað mánakvøldið 28. desember, og at leiðin tá aftur er í Barentshavið.
Í løtuni eru tveir føroyskir trolarar í Barentshavinum og fiska tosk, teir eru Enniberg og Akraberg, sum ikki eru liðnir við sína kvotu, teir koma tí at halda jól har yviri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald