Vinna

Sjúrðarberg fer á rækjuveiðu við Svalbard

...

2015-07-07 14:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Frystitrolarin Sjúrðarberg, sum higartil hevur verið á toskaveiðu í Barentshavinum, fer nú á rækjuveiðu við Svalbard, ætlandi loysir skipið seinnapartin ella í kvøld.

Sjúrðarberg kom heim úr Barentshavinum seinast í mai, teir landaðu veiðuna í Klaksvík, skipið var síðan á beding hjá Mest í Havn í nakrar vikur, teir seinastu dagarnar hevur Sjúrðarberg ligið við bryggju á Kósini, har teir hava riggað til at fara á rækjuveiðu við Svalbard.

Trý føroysk skip eru í løtuni til rækjufiskiskap við Svalbard.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder