2016-10-02 18:00
Sjúrðarberg kom á Klaksvík fyri løtu síðan, teir hava roynt í Barentshavinum.
Sjúrðarberg hevur 650 tons inni nú teir komu heim.
Fyrst fiskaðu teir í russiskum sjógvi, har fingu teir eitt rækjutrol um skrúvuna, Gadus sleipaði teir inn til Norra, tá ið teir eftir eina viku fóru út aftur, tá fóru teir í norskan sjógv at royna.
Skipari hendan túrin var Ásmund Olsen.
Sjúrðarberg eigur kvotu eftir til ein túr í russiskum sjógvi, væntandi fara teir avstað aftur komandi vikuskiftið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald