10 starvsfólk á Sjúkraflutningstænastuni hjá Landssjúkrahúsinum, umframt starvsfólk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og á Suðuroyar Sjúkrahúsi hava nú staðið útbúgving sum ambulansu viðgeri, stig 2.
??tbúgvingin sum m.a. veitir førleikar at viðgera við medisini, hevur til endamáls at økja um prehospitala viðgerð, tvs. førleikan at stabilisera sjúklingin ávegis til sjúkrahúsið.
??ll starvsfólk á Sjúkraflutningstænastuni hjá Landssjúkrahúsinum hava nú staðið hesa útbúgving, sum er eitt krav fyri at arbeiða sum ambulansu viðgeri.
Hetta er tó fyrsta holdið sum tekur útbúgvingina síðani Hans Jákup Simonsen bleiv korpslækni fyri øll trý sjúkrahúsini.
??tbúgvingin er ein liður í menningini hjá danska sundhedsvæsenet av ambulansu starvsfólki, og inniheldur fjarlestur, heilsufakliga teori, umframt praktikkuppihald á sjúkrahúsi og í ambulansu..
Kelda: ls.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald