JN

Sjóvar kommuna og Kreton hava gjørt sáttmála um útstykking á Strondum

...

2018-02-08 17:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Fyrradagin, 6. feb., skrivaðu Artur Johansen vegna Sjóvar kommunu og Eyðun Magnussen vegna Kreton undir sáttmála um útstykking á Strondum.

Talan er um tvær útstykkingar, eina við Hálsatjørn og eina á Fríðufløtum. Við Hálsatjørn verða 42 grundstykkir og á Fríðufløtum 10, sí http://sjovar.kort.fo/.

Samlaði kostnaðurin fyri báðar útstykkingarnar verður uml. 16 mill. krónur, og er hetta størsta íløga Sjóvar kommuna hevur gjørt síðani nýggi skúlin varð bygdur í 2011.

Arbeiði byrjar í aðru viku og skal verða liðugt til jólar í 2019.

Stórur áhugi er í at seta búgv á Strondum, í løtuni eru 31, sum hava biðið um grundstykki.

Kommunustýrið hevur samtykt, at grundstykkjaprísurin við Hálsatjørn verður kr. 250,00 fyri fermeturin og á Fríðufløtum verður hann kr. 300,00 fyri fermeturin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder