Vinna

Sjóuppmátingar sýndar fram á sjómannadegnum

...

2015-09-01 19:10 Author image
placeholder

 Landsverk skrivar:

FRAMSÝNING: Landsverk ger javnan uppmátingar í sjónum kring landið við sonevndu multibeam-uppmátingarskipanini. Undir sjómannadegnum í Klaksvík fyri kortum hevði Landsverk eina framsýning við úrslitum av uppmátingum, sum eru gjørdar ymsastaðni í Føroyum.

Nógv hevur verið frammi í fjølmiðlunum um grótverjuna við Skopunar havn, har grót hevði flutt seg inn í innsiglingina, og sum harvið var til ampa fyri ferðasambandið til úr Sandoynni.

Í uppmátingum hjá Landsverki varð staðfest, at so mikið nógv av gróti hevði rivið seg leyst úr grótverjuni, at neyðugt var hjá eitt nú Teistanum at halda longri frástøðu, til grótið var ruddað burtur. Hetta varð gjørt tíðliga í august.

Serliga í summarhálvuni ger Landsverk javnan uppmátingar á botni ymsastaðni, har tørvur er á tí. Stórur áhugi var á sjómannadegnum fyri framsýningini, ið varð hildin í Spaniustovu. 

Umframt at vísa uppmátingar úr Skopun, Klaksvík, við byrgingina um Haraldssund, Tórshavnar havn, Høgnaboða, Søltuvík og Krambatanga, vísti Anne Marie Berg Norby, uppmátari á deildini fyri Infrakervi á Landsverki, eisini aðrar uppmátingar.

Eitt nú av farmaskipinum, ??lavi Gregersen, ið sigldi á Flesjarnar og sakk í 1984, og sum síðani hevur ligið sum vrak á havsins botni. Millum annað greiddi ein av manningini undir framsýningini frá dramatisku upplivingini umborð, tá skipið hevði rent á, og manningin skuldi fáast av skipinum.  

Til uppmátingarnar verður nýtt eitt sonevnt fleirstrálulodd. Framsýningin fevndi um bæði útgerð, plansjur og myndarøð á telduskýggja.

Her eru nakrar myndir frá framsýningini í Spaniustovu.




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder