Sjómanslív íbókhandli er sjálvandi í bókformi, tí at týskvøldið 5. november greiðahøvundarnir, Páll Kunoy, Heðin Samuelsen, Sigmar Bláberg og ??li Olsen frá sínumbókaverkum um ávikavist "Gingu burtur somu nátt - Immanuel og Laura","Søgan um løgtingsskipið S/S Oyrnafjall", "Stállínuskipini ??? Nýggj byrjan 1956-61" og"Siglandi arvurin ??? søgan um føroyskt træskipasmíð"
PállKunoy úr Kunoy hevur skrivað um sluppirnar Immanuel og Lauru, sum báðar ginguburtur í 1932. Heðin Samuelsen úr Sumba hevur skrivað søgu um løgtingsskipiðS/S Oyrnafjall. Sigmar Bláberg úr Funningi hevur givið sína fyrstu bók umstálskipini út, og klaksvíkingurin ??li Olsen skrivar hesaferð um okkarasiglandi arv, søgan um føroyskt træskipasmíð.
Siglandi arvurin??? søgan um føroyskt træskipasmíð
Bókinhjá ??la Olsen røður um føroyskt træskipasmíð frá elstu tíð til okkara dagar.Høvundurin greiðir frá fjølbroyttum skipasmíði fram til 1978, tá ið seinastalangfaraskipið, Jøkul, fer av bakkastokki.
Parturin"Siglandi mentanararvurin" umrøður gomlu seglskipini ogmotorbátarnar, sum enn rógva út.
Stállínuskipini??? Nýggj byrjan 1956-61
SigmarBláberg sigur, at tey mongu línuskipunum, sum vórðu bygd til Føroya seinast í1950-unum og fyrst í 1960-unum, kollveltu bæði fiskivinnuna, og ikki minstføroyska samfelagið. Tíðin var farin frá gomlu træskipunum, og skuldifiskivinnuni vera lív lagað, var neyðugt við betri skipum.
Atlínuskipini hava prógvað sítt virði, er heldur eingin ivi um. Tí meira enn 50ár seinni eru fleiri av línuskipunum framvegis í vinnu.
Søgan umløgtingsskipið S/S Oyrnafjall
HeðinSamuelsen endurgevur bræv, sum Hákun Djurhuus skrivar til skiparan á S/SOyrnafjalli tann 21. september í 1951:
"Hvussuhevur gingið í maskinuni? Vit eru ógvuliga forvitnir eftir at frætta, hvussuføroyingarnir klára seg, nú teir eru einsamallir. Omandeks hevur verið í lagi,bara vit fáa menn í maskinuna, ið roynast, so eri eg ikki ræddur um framtíðina.Oyrnafjall er í farmasigling okkara skúlaskip, tí hevur tað ómetaligt at siga,hvussu skilið er her umborð".
Gingu burtursomu nátt - Immanuel og Laura
PállKunoy skrivar í síni nýggju bók um vágssluppirnar Immanuel og Lauru, sum báðargingu burtur í 1932. Garðamenn áttu Immanuel, og teir á Tjørn áttu Lauru.
Søganum hesar báðar sluppirnar er so syrgilig, at tað er kanska óviðkomandi atsamanbera hana við aðrar sorgarleikir á sjónum, men hon høgdi eitt tað djúpastaskar í tilvit føroyinga nakrantíð.
PállKunoy, Heðin Samuelsen, Sigmar Bláberg og ??li Olsen eru í Rit & Ráktýskvøldið 5. November kl.20.00, og sjómansins ljóðføri,harmonikan, ljómar hetta kvøldið. Næstan sjálvsagt hava fyrireikararnir biðiðFlóvin Jacobsen spæla.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald