Hósdagin 2. juni verður føroyska sjómansheimið ??rkin í Reykjavík 25 ár.
Tað var 2. juni í 1991 at heimið varð vígt og tikið alment í nýtslu.
Formaðurin í Føroysku Sjómansmissiónini, Jákup Kass, prestur vígdi ??rkina.
Tað var ein long tilgongd, sum tá var liðug, tí byggingin vardi fleiri ár.
Í mun til sjómansstovuna, sum var bygd á Skúlagøtu í 1958, er ??rkin í Brautarholti 29 eitt sjómansheim og gistingarhús. Tí var tað ein stór broyting og menning av føroyska arbeiðinum í og út frá Reykjavík, tá ??rkin læt dyrnar upp í 1991.
??rkin er eitt nútímans gistingarhús við 20 kømrum og 65 seingjarplássum. Vesi, brúsa og sjónvarp eru á hvørjum kamari. Harafturat er ókeypis internet í øllum húsinum. Morgunmatur er íroknaður gistingarkostnaðin. Bólkar kunnu keypa mat inn í húsið.
Sjómansheimið er enn eitt savningarstað fyri føroyingar á Reykjavíkarleiðini. Nøkur reglulig tiltøk eru í ??rkin vetrarhálvuna.
Har er lestur ella møti sunnudagar og føroyskur skúli er leygardagar fyri smærri børn. Føroyingafelagið brúkar sjómansheimið til fundir og onnur tiltøk og sjómanskvinnuringurin savnast einaferð um mánaðin.
Nú fleiri og fleiri sjúklingar verða sendir til Reykjavíkar, er avtala gjørd millum føroyska heilsuverkið og ??rkina um gisting og mat.
Fólk frá sjómansheiminum vitjað eftir førimuni umborð á føroysk skip.
Í sambandi við 25 ára dagin verður føroysk gudstænasta leygardagin 4. juni kl. 14.00 í Háteigiskirkjuni, har Jógvan Fríðriksson, biskupur prædikar.
Móttøka verður í ??rkini frá kl.15.00 til 18.00, har øll eru hjartaliga vælkomin til føðingardagskaffi.
Sunnudagin 5. juni kl. 16.00 verður møti, har øll eisini eru vælkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald