2017-09-07 11:40

Í gjárkvøldið var sjófrágreiðing í Føroya rætti um syndarligu hendingina í Skopunarfirði, tá farmaskipið Mykines og ein glastrevjabátur (Mars) rendu saman - ein maður er ikki afturfunnin eftir hendingina.
Maðurin, sum bjargaðist, greiddi rættinum frá, at báturin var væl útjørdur og at øll ljós vóru tendrað.
Skiparin á Mykines var á brúnni saman við maskinmeistaranum, tá ið hendingin hendi, teir søgdu báðir, at teir einki varnaðust fyrrenn ov seint var at sleppa undan samanstoytinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald