
400.000 kr er nokk til at manna eitt garnaskip, havi eg sæð onkran skrivað í vikuni sum fer. Hetta er ein pástandur, sum passar hjá Búðskaparráðnum. Skipini loysað, so hetta er ein passandi hýra. Tað sum er omanfyri hetta, er ov nógv inntøka. So skal vinnan gjalda avgjald, so alt stemmar. Og vit fáa øll skattalættað ella betri sjúkrahúsverk.
Jan á FF og Anfinnur í FSN vilja ikki útlevera tølini, fyri at verja limirnar. Hetta skilji eg væl. FF plagdi at lata fjølmiðlunum árstølini fyri teir ymisku skipabólkarnar. Og ofta var mikil málageipan um hesar risa daghýrurnar. Tey góð fiskiárini væl at merkja!
Hesi somu feløg hava eisini fingið skotið í stylvarnar, at tey eru farin í song við reiðaranunum. Tá mótmælistiltøk hava verið í samband við nýskipanirnar.
Í fiskivinnuni er vit í song við reiðaranum. Vit sova í koyggjunum teir hava goldið fyri. Teir hava goldið trolini, línuna og eisini lagt út fyri olju og proviantið.
So vit eru í sama bátið. Fáa hýru eftir tí vit fiskað og tað skal helst verða í ein hundans fart. Brótað vakt um neyðugt. Grenja inn á reiðaran. Reiðarin syrgir fyri at fortelja hvussu stórar smiðjurokningarnar, rokningarnar frá Radiobúðini eru osfr ...
-
Men eg væntið ikki at alment lønt skilja hetta samstarvið.
Fáa løn óansæð um tit møta upp ella ikki. Sjúk við løn. Tannlækna við løn. Jarðarferð við løn. Hundasjúk við løn. Pinnamat fríggjadag við løn( onkur hevur 27 ára jubileum). Og man kundi hildið fram.
Hetta eru vunnin rættindi siga tit. Vit sjófólk hava ov veik fagfeløg. Havi verið javnan á ársfundið hjá FF flestu av seinastu 17 árunum. Plagdu at verða 150 - 200 fólk uppi í Norðurlandahúsinum. Í fjør vóru tað 33 fólk niðri í Vágsbotnið. So her gongur aftur eftur halið. Og ein stór uppgáva hjá nevndini at samansjóða limirnar.
Hendan negativa umtalan av fiskivinnuni er ikki til miklan sómað. Tekur hugin frá ungum fólkið at søkja sjógvin. Hetta verður lýst sum bandittavesin, har bert talan er um at fáa drenað pening úr vinnuni.
Og so at tosa um hesi "ófaklærdu". Tey duga sítt fak, og skipini silgdu ikki uttan at tey vóru umborð!! Hóast ikki nakað diplom.
Diplomi er avreiðingarseðilin. Og trekkja vit útreiðslur frá. Og býta 50/50.
Gevist við at tosa neiligt um hesa vinnu!
Eg eri stoltur av hesum sjófólkum. Tey eru verd hvørja einastu krónu !! Eisini tær omanfyri 400.000 kr.
Fróði Ejdesgaard
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald