Ítróttur

Sjey fólk skulu umboða Føroya í triathlon á Gotlandi

...

2017-04-26 11:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Leygardagin var úttøkukapping í triathlon til oyggjaleikirnar, sum verða á Gotlandi í summar. Tað verða sjey fólk, sum skulu umboða Føroya í triathlon á Gotlandi. Talan er um tríggar kvinnur og fýra menn.

Gull vinnarin á seinastu oyggjaleikum á Jersey verður við aftur, Karina Ottosen, hinar báðar kvinnurnar verða Annelisa J. Møss og Helena Dahl-Olsen.

Teir fýra mennirnar, sum skulu umboða Føroyar verða Gunnar Dahl-Olsen, Andrass Joensen, Hanus Debes Joensen og Kári Davidsen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder