2015-10-28 15:21
Stórur áhugi hevur verið eftir atgongumerkjum til leikin Fólk og dólgar í Kardamummubýnum. Fyrstu 12 sýningarnar vórðu longu útseldar sama dag atgongumerkjasølan byrjaði.
Fyri at geva fleiri áhugaðum møguleika at síggja leikin, eru heili sjey eykasýningar settar á skránna. Tær eru hesar:
mikudagin 25. november klokkan 18
sunnudagin 29. november klokkan 16
týsdagin 1. desember klokkan 18
mikudagin 2. desember klokkan 18
fríggjadagin 4. desember klokkan 18
leygardagin 5. desember klokkan 16
sunnnudagin 6. desember klokkan 16
Atgongumerkjasølan til eykasýningarnar byrjar hósmorgunin 29. oktober klokkan 9. Atgongumerki fáast til keyps hjá VisitTórshavn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald