Tjóðskaparliga stavnhald Fólkaflokksins er, at í Føroyum skulu føroyingar ráða. Hetta ber í sær at endamál floksins er fult sjálvstýri fyri Føroyar, soleiðis at vit fáa loggávuvald á øllum økjum og úteftir telja við sum suverenur statur javnbjóðis øðrum sjálvstýrandi londum.
- Vit skulu hava tamarhald á føroyska búskapinum, tí politiskt sjálvræðið kann einans røkkast við búskaparligum sjálvbjargni.
- Vit vilja hava samráðingar við Danmark um frælsan felagsskap millum Føroyar og Danmark.
- Vit vilja ein frælsan felagsskap millum tvey sjálvstøðug lond, har samráðingarúrslitið, ein samríkjalóg, skal leggjast til fólkaatkvøðu.
- Vit vilja ein sáttmála, sum skal tryggja, at føroyskir og danskir ríkisborgarar java somu rættindi og skyldur í londunum báðum.
- Vit vilja tryggja ein felagsskap saman við Danmark, har føroyingar ráða yvir egnum viðurskiftum.
- Vit vilja eftir greiðari ætlan yvirtaka øll málsøki í yvirtøkulógini, har útlendingamál eiga at vera fyrst í røðini.
Soleiðis røkka vit okkara sjálvstyri á ein hóvligan og tryggan hátt, har eingi óráð vera tikin.
Eftir hesum leistið veit føroya fólk, hvat ið atkvøðast skal um.
Vel Fólkaflokkin, tað er vegurin til eina skipaða loysing - ið ber til.
Og tú, kæri veljari, tú veitst at tá ið Fólkaflokkurin sigur tað, so meinar hann tað!
Fróði ?? Olsen, valevni Fólkafloksins.???
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald