Arktis hevur fylt dagsskránna í tí norðurlendska samstarvinum tey seinastu árini. Eisini hesi síðstu 4 árini, eg havi virkað sum norðurlendskur samstarvsráðharri, hevur dúgligt verið arbeitt við avbjóðingunum í hesum ríka men samstundis sárbæra øki. ??rslitið av hesum er arktiska samstarvsskráin. Her eru føroysku sjónarmiðini komin væl til sjóndar, og í fjør fekk eg høvi at leggja arktisku samstarvsskránna fram vegna øll Norðurlondini undir árligu sessiónini í Svøriki
Broytingarnar í arktiska økinum eru eitt tvíeggjað svørð. ?? eini síðuni er tað umráðandi, at vit taka umhvørvislig atlit í hesum sárbara øki. ?? hini síðuni eiga vit at gagnnýta nýggju vinnumøguleikarnar, ið liggja víðopnar fyri Føroyar. Føroyar eru ikki bara heimsins nalvi sambært Williami Heinesyni, men eisini eitt knútapunkt, tá tað kemur til nýggjar vinnumøguleikar í Arktis. Vit liggja sera væl fyri strategiskt, nú nýggjar siglingarleiðir eru norðurvestur um pólin. Duga vit at gagnnýta hetta nóg væl, kann Føroyar gerast eitt gróðarlendi og ein kveiklingarlund fyri eitt nú tænastur til oljufeløg, tænastur til skip av ymsum slagi, umskiping, catering, útbúgving, tilbúgving os.fr. Møguleikarnir fyri nýggjum vinnum og øktum inntøkum eru nógvir.
Føroyar fullan limaskap í Arktiska ráðnum
Men hóast Føroyar og serliga Grønland hava ein virknan leiklut í arktiska økinum, so eru tað danir, sum vegna okkum, ið sita við avgerðandi røddini í Arktiska ráðnum. Vit sleppa av náði at føra okkara sjónarmið fram. Hetta er ikki gott nokk. Tað finnast uttan iva mangar juridiskar og fólkaræðisligar forðingar fyri fullum limaskapi, men politikkur snýr seg m.a. um at beina burtur meiningsleysar juridiskar forðingar. Við diplomatiskum hegni og góðum samstarvi ber hetta til. Tað gevur als ikki meining, at tey londini, sum eru mest ávirkaði av broytingunum í Arktis als onki hava at skula sagt, meðan stórveldini tysja til Norðpólin fyri at leska sær í teimum gyltu møguleikunum, sum eru har. Tá ið danir hava vælsignað, at ES skal fáa eygleiðarastatus, er lagaliga løtan, at vit seta okkara krav galdandi um at fáa sjálvstøðugan limaskap í Arktiska ráðnum. Tað er ikki meiri enn rímuligt, og hesum vilja vit i Fólkaflokkinum virka fyri á Fólkatingi.
Annika Olsen
Valevni Fólkafloksins til Fólkatingsvalið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald