Ítrótturin hevur skattligar fyrimunir í mun til líknandi frítíðarfelagsskapir, sum gera eitt stórt sjálvboðið arbeiði.Hetta eigur at javnsetast, halda tingmenn fyri Javnaðarflokkin, sum hava lagt uppskot fram um málið.
Í løtuni er møguligt hjá leiðarum og hjálparum hjá ítróttarfeløgum at fáa eina skattafría samsýning upp til 50.000 kr. Hetta er gleðiligt, tí tað er týdningarmikið, at sjálvboðin innan ítróttin kunnu fáa eina viðurkenning fyri teirra stóra arbeiði.
Men vit eiga at javnseta onnur sjálvboðin, sum ikki hava somu treytir, sum ítrótturin hevur. Hetta eru skótafeløg, dansifeløg innan føroyskan dans, talvfeløg og bridgefeløg.
Tí hava Jóhannis Joensen og Djóni Nolsøe Joensen vegna Javnaðarflokkin lagt uppskot fram um at javnseta hesi feløgini við ítróttarfeløg.
-Endamálið við hesum uppskotinum er at ásanna samfelagsliga týdningin av stóra sjálvbodna arbeiðinum, sum verður gjørt í skótafeløgum, talvfeløgum, bridgefeløgum og dansifeløgum innan føroyskan dans, siga tingmenninir. Talan er um fáar persónar í alt, sum verða fevndir av skipanini, og tí verður kostnaðurin ikki høgur av at samtykkja uppskotið.
Hetta skal bæði virka sum ein samsýning og eitt endurgjald fyri tær útreiðslur, sum fólkini leggja í teirra sjálvbodna arbeiði.
Uppskotið kemur til 1. viðgerð í morgin, týsdagin 9. november.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald