Í Føroyum vóru tey mong, ið søgdu og spáddu, at tað ber ikki til at hava flogferðslu í Føroyum, tí at fjøll og veðurlag forðaðu fyri tí. Hóast stóra mótstøðu her á landi settu framskygdir merkismenn, - uttan fyri vatn í Vágum -, í gongd flogferðslu millum Føroyar og útheimin. Tá ið avtornaði, eydnaðist tað teimum at leggja lunnar undir nútíðar føroyska flogferðslu við at seta á stovn Flogfelag Føroya.
Nøkur tíggjuár seinni var ein onnur stórhending í føroyskari flogferðslu, tá ið eitt framskygt landsstýri setti á stovn Atlantic Airways. Eisini her var mótstøðan ovurstór, og enntá hildu summi uppá, at føroyingar fóru ongantíð at verða førir fyri at verða flogskiparar og flogternur.
Fyri fáum árum síðan yvirtóku vit Vága Floghavn, sum var fullkomiliga afturúrsigld vegna vantandi raðfesting. Og í dag er úrslitið ein nútíðar altjóða floghavn við longdum vølli og nýggjari farstøð.
Taka vit samanum føroyska flogferðslu, við Vága Floghavn, Atlantic Airways og øllum øðrum atknýttum vinnum og virksemi, so starvast hundraðtals føroyingar har dagliga. Í dag er lítið at ivast í, at nakar her á landi hevði kunnað funnið uppá at verið ímóti hesi grundleggjandi menning í føroyskari flogferðslu, sum er ein sólskinssøga. Jú so sanniliga, sjálvbjargni skapar nýggj arbeiðspláss.
Nú skulu vit taka síðsta stigið í menningini av føroyskari flogferðslu. Vit skulu heimtaka málsøkið ???flogferðsla??? og harvið føroyska loftrúmið, sum hongur uppií hesum. Hetta ber til at gera við skjótari mannagongd eftir yvirtøkulógini.
Við at seta á stovn eitt føroyskt loftferðslustýri í Vágum, sum hevur eftirlit og umsjón við føroyskari flogferðslu og føroyska loftrúminum, kunnu vit skapa tíggjutals nýggj arbeiðspláss her á landi. Alt hetta verður væl og virðiliga fíggjað við gjøldum frá teimum mongu tíggju- túsundtals útlendsku flogførunum, sum árliga flúgva ígjøgnum føroyska loftrúmið, og sum eftir verandi skipan einki íkast geva til okkara samfelag.
Marin Sigvaldsdóttir Bláberg
Valevni Fólkafloksins til Løgtingsvalið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald