Mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs heldur, at henda skrúðgonga hevur týdning fyri býin, og fyri tey virði sum ??lavsøkan umboðar, og hava vit tí eisini stuðlað tiltakinum.
Eg ivist ikki í, at stóra undirtøkan sum júst henda skrúðgonga fær, er grundað á, at allar flestu føroyingar ynskja eitt samfelag, har vit virða hvønn annan, júst soleiðis sum vit eru. Skrúðgongan hevur øll árini verið væl fyriskipað.
At Miðflokkurin finnur uppá at samanbera leiklutin hjá LGBT við leiklutin hjá Sea Sheperd er langt úti. Sea Sheperd roynir við propaganda og eisini ósannindum at seta Føroyar í ringt ljós altjóða, og tað eiga vit at verja okkum fyri. Sjálvandi við viti og skili og við virðing fyri vanligum mannarættindum.
Tað er eitt stórt framstig fyri okkum sum samfelag, at vit í dag hava pláss fyri LGBT skrúðgonguni og tí fjølbroytni og margfaldi, sum hon myndar, og sum boðar frá at Føroyar eru eitt samfelag, har pláss er fyri menniskjum við øllum brigdum.
Sjálvandi verður skrúðgongan í ár, eins og undanfarin ár.
Helena Dam á Neystabø, forkvinnna i Mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald