- Tað fer ikki at verða ókeypis at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar, hóast teir skjótt eru afturgoldnir-.
Tað staðfestir Uni Danielsen, stjóri í tunnilsfeløgunum á in.fo, nú tað er komið fram, at lánini í Vágatunnlinum verða afturgoldin komandi summar.
Tað undrar meg almikið, at sjálvur stjórin í tunnilsfeløgunum kemur út við hesari útmelding.
Tað var púra greitt frá byrjan av, at bummgjøldini bara skuldu fíggjað lánstøkurnar av bæði Vágatunnlinum og Norðoyartunnlinum ??? og tá ið lánini vórðu afturgoldin ??? skuldi landskassin yvirtaka raksturin av tunnlinum og gjøldini avtakast.
Mett varð í 2002 at afturgjaldingartíðin av láninum fór at verða 15 ár, men tað hevur gingið skjótar enn upprunaliga mett, tað kemur av, at gjøldini fyri at koyra í tunnlinum, hava verið størri enn neyðugt.
Í viðmerkingunum til lógaruppskotið um Vágatunnilin verður m.a. sagt: -leiklutur landskassans í fíggingini er úti við játtanini av teimum samlaðu kr. 160,3 mió.-
Her er púra greitt, at landið játtar 160,3 milliónir av samlaða kostnaðinum og at leiklutur landskassans er avgreiddur við hesi játtan. Ongastaðni verður nevnt at tær 160,3 milliónirnar skulu gjaldast landskassanum aftur ??? tað var heldur ongantíð meiningin.
Ti skal bummgjaldið avtakast í summar, tá ið lánið er afturgoldið.
Jóanis Nielsen, fyrrverandi løgtingsmaður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald