Vinna

Sjagaklettur hevur fiskað fyri kr. 30 mill. í ár

...

2015-11-12 18:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Sjagaklettur kom á Tvøroyri í gjár við 175 tonsum av frystum fiski, harav eru 70 tons svartkalvi og restin ein blanding millum tosk, upsa og kongafisk. Teir landa á Tvøroyri.

JN.fo tosaði við skiparan Tórhallur Randrup, hann segði, at teir í ár hava fiskað fyri kr. 30 mill., sum teir eru væl nøgdir við.

Í dag ella í morgin fer Sjagaklettur av Tvøroyri, teir fara til Skotlands á verft, tað arbeiðið kemur at taka 4-5 vikur, segði skiparin fyri løtu síðan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder