Vinna

Sjagaklettur er farin á Flemmish Cap

...

2016-02-13 01:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Sjagaklettur loysti av Skála seint í dag - um 18-tíðina í kvøld rundaðu teir Trøllhøvda og settu so kós vestur í hav, Sjagaklettur fer á Flemish Cap, har teir og Brestir skulu fiska toskakvotuna, sum teir báðir hava har yviri. Brestir fór avstað mikukvøldið.

Vit á JN.fo tosaðu umborð á Sjagaklett í kvøld, teir roknaðu við, at koma á fiskileið um eina viku. 

Tað eru 11 mans við Sjagakletti, skipari er Tórhallur Randrup úr Hvalba.

Les eisini:

Brestir er farin á Flemish Cap

Klakkur siglir heim av Flemish Cap

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder