Politikkur

Sísta røstin úr Írska havinum

...

2015-09-01 14:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nú kom so dagurin har allir veljarar kring landið við sínum krossi koma at mynda komandi Landstýrið. Sjálvur eri eg burturstaddur, men var tó við til tveir teir fyrstu fundirnir í Suðuroy; havi eisini skriva nøkur lesarabrøv og útgreina nakað av mínum hugsanum.

Lyftini eru mong frá øllum flokkum, men sannroyndin er at tey fleystu vera standandi til næsta val. Veljarin hevur ofta ringt við at broyta sítt val, hevur man fyrr valgt Fólkaflokkin, ja so velur man flokkin aftur, hevur man valgt Javnaðarflokkin, so ger man tað aftur, og tað sama er galdandi fyri allar flokkar, tí eru tað tey somu fólkini sum altíð mynda okkara stjørn ár eftir ár - tað er bara tú, veljarin, sum kan broyta hetta í dag. Tað finnast persónar í hvørjum einstaka flokki sum ongantíð hava verið á tingi fyrr.

Set kross tín á nakað nýtt um tú vilt hava ella síggja broyting, tað eru nógv dømir at persónar koma inn á ting í ungum árum, og verða hesi sitandi til teir/tey fara frá við stórari pensión 60 ára gamlir/gomul. Bara tú kanst gera nakað við hetta!

Eg vóni at síggja eina stóra broyting í kvøld. Gott val.

Sigmund Andreasen - Miðflokkurin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder