2015-06-10 02:54
G! Festivalurin var við, tá Sement finalan var í Reinsarínum herfyri, sum vant valdi festivalurin ein bólk millum finalistarnar at spæla á festivalinum.
Okkara umboð valdi frálíku Sissal, ið endaði á einum samlaðum øðrum plássi í kappingini.Sissal flutti heim til Føroya í 2012 eftir eitt ár á tónleikaskúla í London. Hon fór undir at samla tónleikarar í ein bólk at spæla teir sangir, sum hon tá hevði skrivað.
Bólkurin hevur ment seg nógv seinastu trý árini, nakrar útskiftingar hava verið í manningini, og ljóðið er spakuliga vorðið teirra egna.
Seinasta ári hava konsertirnar verið fleiri enn áðrenn, m.a. var ein dupultkonsert í Gøtu og í Reinsarínum, eins og tey hava spælt til mentanartiltak í Perluni.
Teimum dáma væl at royna seg fram, at eksperimentera. Sissal við røddini og tekstunum, og tónleikararnir í samanspælinum teirra millum. Alt við tí endamáli at bera fram eina søgu, har tað ektaða merkist.
Huglagið er ofta melankolskt, og ferðast eitt sindur ímillum tað heilt friðarliga, droymandi, og tað rokkuta.
Í bólkinum eru:Sissal Grækarisdóttir Magnussen, rødd! ??lavur Gaard, gittar, Árni Jóhannesson, bass, Kristian Pauli Ellefsen, tangentar, Hjørtur Pætursson Háberg, trummur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald