Gróðurin av plantuæti (eisini nevnt plantuplankton) er grundin undir øllum øðrum lívi í havinum. Við at taka orku úr sólarljósinum gera hesar elasmáu verur matin, sum fiskur og onnur dýr eta. Innarlaga á Landgrunninum er stórur munur millum gróðurin tey ymsu árini. Onkur ár, sum t.d. í 2000, er gróðurin inni á grunnum vatni framúr góður, og toskur og annað livandi trívast tá væl. Onnur ár ger plantuæti nógvar ferðir minni mat til onnur at eta, og árið í ár er eitt tað vánaligasta, vit vita um.
Fara vit út á djypri vatn ??? út um 100 metra botndýpi ??? kann gróðurin vera heilt øðrvísi enn inni á grunnum. Har er sjóvarfalsstreymurin ikki so harður, og er vindurin eina tíð veikur við nógvari sól, so verður tað ovasta lagið av sjógvi hitað upp. Tá kann plantuæti eftir fáum døgum margfaldast og gera eina rúgvu av mati.
Til at kanna gróðurin bæði inni á grunnum og á djúpum vatni fór Havstovan í vár undir regluligar kanningar. Siglt verður úr Hestfirði norður um Koltur og so í ein útsynning út til tann vestara aldumátaran. Á vegnum verða hiti, gróður og ymiskt annað mátað. Magnus Heinason hevur gjørt hesar kanningar nakrar ferðir í vár; men hann er ofta bundin av øðrum uppgávum. Tí hevur Havstovan lænt ein 26 fót bát, "Sissal", sum vanliga liggur á Gomlurætt. Sissal riggar væl til tílíkar kanningar (sí mynd) og hevur gjørt fimm kanningartúrar fyri Havstovuna. Tá alt tilfarið er viðgjørt, vóna vit betur at skilja, hví gróðurin er so ymiskur ymisk ár, og serliga hví árið í ár var so út av lagi vánaligt, tað skrivar www.hav.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald