2016-06-21 21:32
Grønlendski trolarin Sisimiut, sum hevur verið til fiskiskap í Barentshavninum kom á Havnina í kvøld, teir løgdu at við bryggjuna undir Vónini, tí trolgreiðirnar skulu skiftast, toskatrolini skulu í land og svartkalvatrolútgerðin skal umborð.
Tíðliga í morgin skal Sisimiut landa í Kollafirði, teir hava 635 tons av flaki - toskur, hýsa og upsi. Sisimiut hevur nú fiskað kvotuna í Barentshavinum.
Skipari hendan túrin er Pauli Olsen.
Væntandi fer Sisimiut nýggjan túr seint hósdagin, okkurt smávegis skal umvælast, nú teir eru í havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald