Politikkur

Sirið undirskrivað felags norðurlendska veðurlagsyvirlýsing

...

2015-10-28 23:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur á ráðharrafundi í dag undirskrivað eina felags norðurlendska veðurlagsyvirlýsing, har umhvørvisráðharrarnir vísa á týdningin at finna semju um eina nýggja bindandi veðurlagsavtalu á COP21 fundinum, sum verður í París í desember.

Norðurlendska umhvørvissamstarvið hevur í áravís sett sjóneykuna á útlát av veðurlagsgassum og negativu avleiðingarnar av veðurlagsbroytingum á landi sum sjógvi.

Ráðharrarnir ætla at halda fast um góða norðurlendska samstarvið á veðurlagsøkinum. Í hesum liggur eisini eitt ynski um at fylgja upp uppá niðurstøðurnar frá altjóða veðurlagsfundinum í París.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sigur at landsstýrið bíðar eftir niðurstøðunum frá COP21 í París, áðrenn støða verður tikin til at tillaga føroyska veðurlagspolitikkin frá 2009. Hon leggur aftrat:

- Í hesum sambandi fegnist eg um stóru viðurkenningina sum SEV fekk í gjár. Við sigrinum gongur SEV á odda í strembanini at minka um føroyska útlátið av veðurlagsgassum og hevur sett Føroyar á heimskortið innan grønar orkuloysnir.

Fundur við íslendska heilsumálaráðharran

Umframt at luttaka á ársfundi Norðurlandaráðsins hevur Sirið Stenberg eisini hitt íslendska starvsbróðir sín, Kristjan Tór Juliusson, heilsumálaráðharra. Tey umrøddu mál av felags áhuga og samstarvið landanna millum á heilsuøkinum.

Heilsu- og innlendismálaráðið 28. oktober

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder