Í hesum døgum hittast heimsins lond á altjóða veðurlagsráðstevnuni COP22 í Marakesh at gera avtalu um hvussu tey kunnu avmarka globalu upphitingina. Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum luttekur.
Fyri einum ári síðani komu heimsins lond á COP21 ásamt um sonevndu Parísavtaluna. Yvirskipaða málið í COP21-avtaluni er at halda miðal hitavøksturin á jørðini niðri, og at vøksturin av alheims útlátum av vakstrarhúsgassi skal steðga skjótast til ber og hareftir falla skjótt.
Í Marrakesh skulu londini seta avtaluna í verk. Føroyar hava boðaðu í september donsku myndugleikum frá, at vit taka undir við altjóða París-sáttmálunum.
- Samgongan hevur sett sær fyri at fylgja teimum altjóða tilmælum og semjum, sum verða gjørdar á veðurlagsøkinum. Eisini hava vit sett okkum stór mál fyri at gera orkunýtsluna í Føroyum grøna.
Tað var eitt stórt og týðandi stig, tá París-avtalan varð undirskrivað fyri einum ári síðani, men enn skulu nógvar samráðingar til millum londini fyri at málini kunnu gerast veruleiki. Hesar avgerandi samráðingar fara fram í Marokko í hesum døgum, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, í viðmerking.
Føroyar eru partur av einum norðurlendskum samstarvi, sum undir Norðurlendska ráðharraráðnum hevur ein felags skála á veðurlagstoppfundinum í Marrakesh. Norðurlendski skálin leggur dent á nýggjar norðurlendska loysnir á umhvørvisøkinum og seinni í dag fer føroyska sendinevndin at leggja fram ætlanirnar á orkuøkinum í Føroyum.
Á heimasíðuni hjá norden.org verður stroymað beinleiðis frá felags norðurlendska skálanum. Klokkan 16 føroyska tíð verður føroyska framløgan at síggja, síhttp://www.norden.org/da/tema/new-nordic-climate-solutions/cop22/streaming-af-begivenheder
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald