Skrivligur fyrispurningur
til
Anniku Olsen landsstýriskvinnu í
almannamálum
Løgtingsmál
nr. S-19/2014: Viðvíkjandi ætlanini um bústaðir til sálarsjúk við Íslandsvegin
1. Kann
landsstýriskvinnan greiða Løgtinginum frá, hví ætlanin hjá Bústøðum og Almannaverkinum um at útvega bústað til
ung við sálarsjúku ikki bleiv til nakað?
2. Er tað
rætt, at gannaundirskriftir hava broytt ætlanina?
3. Hevur
Almannaverkið lovað fólki íbúðirnar á Íslandsvegnum, áðrenn avtalan var komin
upp á pláss?
4. Er
ætlanin, at Almannamálaráðið flytur ábyrgdina av at byggja stovnar til fólk við
serligum avbjóðingum til Bústaðir?
5. Hvør er
nú ætlanin við at útvega bústað til fólk við sálarsjúku?
Viðmerkingar
Tað vóru
skakandi tíðindi í miðlunum í gjár, tá ið tað kom fram í ljósmála, at ætlanin
at útvega ungum fólkum við sálarsjúku bústað á Íslandsvegnum er farin fyri
bakka.
Í áravís hevur
tað verið ein trupulleiki at útvega hesum menniskjum ein bústað. Tí var gleðin
stór, tá ið Bústaðir fekk møguleika at fara inn í hetta arbeiðið og harvið vera
viðvirkandi til at fremja bústaðarpolitikk landsins í verki.
Vit ynskja eitt
inkluderandi samfelag. Eitt samfelag, sum rúmar øllum borgarum, og sum eisini
kann bjóða øllum fólkum virðiligar og mennandi umstøður. Henda hugsan má
síggjast aftur í veruligum átøkum. Annars eru hugtøkini tómir flosklar, sum
geva fólki falskar væntanir um eitt Føroyar fyri øll.
Kunning, kring
málið um íbúðirnar á Íslandsvegnum, til almenningin og til Løgtingið er í
verandi støðu sera avmarkað. Tì er
neyðugt at fáa greiðu á, hvat hetta mál snýr seg um. Er tað veruliga so, at tað
eru undirskriftirnar hjá grannunum, sum hava gjørt, at ætlanin fall fyri bakka,
ella hvat er orsøkin?
Tað hevur eisini
verið víst á, at onkur av fólkunum, sum
skuldi fáa bústað á Íslandsvegnum, høvdu fingið at vita, at tey skuldu fáa
bústað á Íslandsvegnum, og vóru farin at fyrireika seg at flyta inn. Hesi
menniskju eru nú sjálvsagt sera vónbrotin, og kenna seg sviknan - enn einaferð.
Spurningurin er
eisini, hvønn leiklut Bústaðir skal hava. Er ætlanin, at teir skulu átaka sær
stovnsbygging, ella hvussu?
Søgan hevur víst
okkum ræðuligu avleiðingarnar av manglandi vitan og stigmatisering av
sálarsjúkum. Hesi fólk hava verið útihýst og goymd burtur. Í áratíggjur hevur
verið arbeitt móti at niðurbróta henda hugburð og geva rúmd í samfelagnum fyri
øllum. Spurningurin er, hvussu langt vit eru komin á leiðini.
Tað almenna má
ganga á odda og vera vegvísari fyri, hvussu vit í føroyska samfelagnum vísa í
verki, at vit eru eitt samfelag, har tað er pláss fyri øllum. Tí er umráðandi
at fáa greiðu á, um tað eru undirskriftir hjá grannum, sum hava gjørt, at
ætlanin á Íslandsvegnum datt niðurfyri. Tì er spurningurin eisin,i um Almannaverkið/Almannamálaráðið
og Bústaðir hava latið grannahoyringina vera avgerandi fyri avgerðina um at sleppa
ætlanini á Íslandsvegnum.
Somuleiðis er
umráðnadi at fáa greiðu á, hvør ætlanin nú er at útvega teimum, sum eftir ætlan
skuldu búgva á Íslandsvegnum, bústað.
Á Løgtingi, 22.
oktober 2014
Sirið
Stenberg
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald