Politikkur

Sirið á fundi við heilsumálaráðharrar í ??tnorðri

...

2017-08-31 15:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv

Sirið á fundi við heilsumálaráðharrar í ??tnorðri

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna hevur verið á fundi í Nuuk saman við heilsumálaráðharrunum í Íslandi og Grønlandi.

Á fundinum hava heilsumálaráðharrarnir umrøtt eina røð av málum, sum hava felags áhugað. Sirið Stenberg sigur, at hóast londini eru sera ymisk í nógvar mátar, so er tað nógv, sum vit kunnu læra av hvørjum øðrum og samstarva um. Sum dømi nevnir Sirið Stenberg, at heilsumálaráðharrarnir hava kunnað hvønn annan um, hvat verður gjørt í teimum einstøku londunum fyri at rekrutera heilsustarvsfólk til heilsuverkið. Heilsumálaráðharrarnir hava eisini umrøtt sálarliga heilsu ??? og serliga hvat kann gerast fyri at fremja sálarliga heilsu millum børn og ung. harumframt hava teir umrøtt fyribyrging og fólkaheilsu sum heild.

Sirið Stenberg sigur, at fundurin millum heilsumálaráðharrarnar hevur verið sera áhugaverdur, og at teir allir hava fingið íblástur til tiltøk á heilsuøkinum.

Heilsu- og innlendismálaráðið, 31. august 2017

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder