2015-03-10 19:25
Tíðindaskriv: Símun skal venja U18 hjá B36
B36 hevur gjørt avtalu við Símun Eliasen, sum skal venja
U18-dreingir okkara
Fyrsta mánaðin ella so hevur Arnbjørn Danielsen staðið við
ábyrgdini fyri bæði 1. deild hjá monnum og U18-liðnum hjá okkum.
Nú er tó greitt, at Arnbjørn ikki skal standa einsamallur við
ábyrgdini. B36 hevur nevnliga gjørt avtalu við Símun Eliasen, sum nú hevur
ábyrgdina av mansunglingunum.
Símun er 40 ára gamal, og hann hevur sín fótbóltsuppvøkstur í
Fuglafirði. Í fleiri ár var hann partur av besta mansliðnum hjá grannunum fyri
norðan, og hann hevur virkað sum venjari hjá bæði HB og ÍF. Símun Eliasen hevur
A venjara prógv.
U18 venja mánadag 17.30, mikudag 19.00 og hósdag 17.30 og allir
áhugaðir eru vælkomnir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald