Ítróttur

Símun Rógvi vendir heim aftur

...

2015-01-23 15:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Royndi málverjin - Símun Rógvi Hansen - er komin aftur til Føroyar, eftir at hann hevur verið uttanlanda í lestrarørindum. Símun Rógvi hevði í boði at leika við fleiri feløgum í Føroyum, men í síðsta enda fall valið á B71.

Við JN.fo sigur Símun Rógvi, at tað er har hann er uppvaksin, og hann hevur nógv góð minnir frá B71. B71 hevur ligið í tungum sjógvi tey seinastu árini, og tí vil eg geva alt, sum eg kann, fyri at fáa B71 uppaftur, sigur 27 ára gamli málverjin við JN.fo.

Sambært faroesoccer.com, so hevur Símun Rógvi leikt við B71, HB og AB. Símun Rógvi hevur leikt 133 dystir í EFFO-deildini, 53 dystir í 1. deild, 13 dystir í steypakappingini og ein stórsteypadyst.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder