Ítróttur

Símun givið avboð til landsliðið

...

2013-08-06 03:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Framrættaði miðvallarin hjá HB, Símun Samuelsen, hevur givið avboð til venjingardystin móti Íslandi. Ístaðin er Kaj Leo í Bartalstovu úttikin.

Vegna skaða í hælsinuni verður Símun Samuelsen, ið higartil hevur spælt 44 dystir fyri Føroyar og skorað eitt mál, kortini ikki við, tá føroyska A-landsliðið við monnum mikudagin í næstu viku skal royna seg í venjingardyst móti Íslandi.

Í staðin fyri Símun Samuelsen, hava Lars Olsen, landsliðsvenjari, og Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari, sent boð eftir Kaj Leo í Bartalstovu úr Víkingi. Ungi gøtumaðurin er skrásettur fyri ein føroyskan A-landsdyst.

Venjingardysturin móti Íslandi er fyrireiking til HM-undankappingardystirnar sum verða í september mánaða. Fríggjadagin 6. september spælir føroyska landsliðið á útivølli móti Kasakhstan, og týsdagin 10. september vitjar Týskland á Tórsvølli.

Seinastu dystirnir í hesari undankapping verða í oktober mánaða, tá fyrst Kasakhstan, og síðani Eysturríki, vitja í Føroyum.

Stendur at lesa á http://www.fsf.fo/.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder