Vinna

Símun gevst á Fútakletti

...

2016-12-28 23:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Eftir at hava verið í starvi hjá Hiddenfjord á Fútakletti í 21 ár, gevst Símun Joen-Jacobsen nú á nýggjárinum.

Í tí sambandi var stjórin - Atli Gregersen - í morgun við blómum at handa trúgva tænara sínum.

Símun byrjaði skjótt eftir, at gongd var komin á smoltframleiðsluna á Fútakletti, har hevur verið útbygt síðan Símun kom - og har verður útbygt enn.

Símun er nú 67-ára gamal og fer at taka sær av løttum. Hann hevur bát, og dámar væl at flóta.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder