Vinna

Silver Explorer vitjar á Havnini í dag

...

2017-06-23 07:46 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Seinnapartin í dag kemur ferðamannaskipið Silver Explorer á Havnina, skipið kemur á Havnina eftir at hava veri í Lerwick í Hetlandi. Tá ið skipið loysir aftur í kvøld gongur leiðin vestur til Mykines. 

Skipið vitjaði eisini í Føroyum fyrraárið, tá var tað á vitjan á Havnini og Tvøroyri, sum myndin eisini er frá.

Skipið er bygd í Finnlandi og var tikið í siglind í 1989. Silver Explorer hevur pláss fyri 132 ferðafólkum og manningin telur 115 fólk. 

Les eisini, at í gjár vitjaði eitt stórt skip Havnina.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder