2016-01-16 04:32
07Vestur skrivar:
Eftir nærum 14 ár sum venjari í Vágum, hevur Silva tikið avgerð um at royna nýggjar avbjóðingar og skal komandi ár venja kvinnur og G17 hjá HB. 07 Vestur takkar Silva fyri tíðina, og vit ynskja honum alt tað besta!
Alexandre da Silva Braga, ella bara Silva, sum vit kenna hann, kom til FS Vágar sum leikari í 2002 og tók beinanvegin við venjarastarvið bæði í FS Vágum og hjá SÍF. Altíð blíði brasiliumaðurin hevur síðan vant lið úr U6 til vaksin bæði á kvinnu og manssíðuni.
Sum leikari spældi hann 123 dystir á bestu liðunum hjá FS Vágar, FS Vágar 2004 og 07 Vestur, til hann gavst á hægsta stigið eftir uppflytingarárið 2008. Tó hevur hann spælt nógvar dystir í lægru deildunum eftir hetta.
Vit takka Silva fyri stóra arbeiðið hann hevur lagt fyri dagin og ynskja honum alt tað besta komandi árið í HB. Vit vóna sjálvsagt ikki at hetta er tað síðsta vit hava sæð til hansara og ynskja honum altíð vælkomnum aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald