Vinna

Sildin er komin í føroyskan sjógv

...

2019-09-25 16:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Føroysku skipini, ið hava verið á sildaveiðu, hava øll fiskað í íslendskum sjógvi, tey byrjaðu í ein útnyðring úr Grimsey, sildin hevur alla tíðina gingið eystureftir og er nú á markinum millum Føroyar og Ísland á 65N og 7.10V.

Føroysku skipini Arctic Voyager, Næraberg, Norðborg, Christian í Grótinum eru nú stødd í føroyskum sjógvi, eisini er grønlendska skipið Polar Amaroq í føroyskum sjógvi, Polar Amaroq hevur leitað í fleiri dagar í føroyskum sjógvi, teir hava ikki loyvi at fiskað sild í íslendskum sjógvi.

Borgarin og Fagraberg fiska enn í íslendskum sjógvi, teir eru beint vestanfyri føroyska markið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder