Vinna

Sildakanningar norðanfyri í mai

...

2015-05-13 13:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Magnus Heinason byrjaði árligu kanningarnar av norðhavssild um mánaðarskiftið apríl-mai. Kanningarnar eru skipaðar sum ein felags kanning, stýrd av ICES "Working Group of International Pelagic Surveys??? (WGIPS), har skip úr Føroyum, Noregi, Íslandi, Russlandi og ES luttaka.

Kanningarnar verða lidnar fyrst í juni, og enda við russisku kanningunum uppi í Barentshavinum. Magnus Heinason verður liðugur við sín part seinni í vikuni. ??rslitið av ekkókanningini frá øllum skipunum verður nýtt í stovnsmetingini av norðhavssild síðst í august mánaði.

Til ber at fylgja við, hvussu kanningin gongur við at trýsta her, ella við at trýsta á knøttin ovast á forsíðuni (kortið verður dagført hvønn dag, meðan kanningarnar fara fram).

Tað skrivar Jan Arge Jacobsen á Hav.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder