Ítróttur

Silas og Janus á U17-landsliðið

...

2014-04-04 01:08 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07Vestur.fo skrivar: Silas Eyðsteinsson og Janus Svabo Samuelsen frá 07 Vestur eru úttiknir til U17-landsliðið, ið, frá 7. til 11. apríl, skal taka lut í UEFA mini-kapping, sum verður í Norðurírlandi.

Umframt Føroyar og Norðurírland, eru Wales og Ísland eisini við í kappingini.

Fyrsti dystur hjá føroyska liðnum verður týsdagin 8 apríl, tá okkara dreingir skulu spæla ímóti vertstjóðini, Norðurírlandi. Dagin eftir, mikudagin 9. apríl skal føroyska liðið royna seg ímóti Wales, meðan seinasti dystur verður spældur fríggjadagin 11. apríl, tá føroyingarnir skulu dystast ímóti grannunum úr Íslandi.

Teir 20, ið Áki Johansen og Pól F. Joensen, landsliðsvenjarar, hava úttikið til UEFA mini-kappingini í Norðurírlandi, eru hesir:

Málverjar:
Silas Eyðsteinsson, 07 Vestur
Rói Zachariasen, AB

Verjuleikarar:
Jóhan Waag Høgnesen, Thisted (DEN)
Ari Olsen, Skála
??lavur Niclasen, KÍ
Bjarni Petersen, B36
Svein Knút Magnussen, Vejle BK (DEN)
Eyðstein Zachariasen, EB/Streymur
Fannhard Skoradal, Víkingur

Miðvallarar:
Petur Knudsen, NSÍ
Janus Svabo Samuelsen, 07 Vestur
Jákup Andreasen, KÍ
Jákup Pauli Breckmann, HB
Jannik Mathias Olsen, NSÍ
Pætur Joensson Petersen, B36
Tonni Thomsen, Víkingur,
Kristoffer Fremming, Brøndby (DEN)

Framherjar:
David Muller, AC Horsens (DEN)
Teit Jacobsen, HB
Adrian Justinusen, HB

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder