Ítróttur

Silas longt sáttmálan við 07 Vestur

...

2015-10-22 02:07 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07 Vestur: Fyri løtu síðan longdu Silas Eyðsteinsson og 07 Vestur sínamillum sáttmálan. Ungi málverjin fekk nakrar dystir á besta liðið felagsins í ár, men spældi annars nærum allar dystirnar á 2. liðið og við unglingum.


17 ára gamli Silas úr Sandavági hevur annars verið fastur partur av fyrstaliðshópinum í tvey ár nú. Hann fekk sínar fyrstu tveir dystir á besta liðinum í fjør, og hevur so spælt 4 afturat í ár. Hann var, sum sagt, fastur málverji á 2. liðið, sum vann 3. deild í ár.

Vit ynskja Silasi hjartaliga tillukku og vit gleða okkum at síggja meira til hansara komandi kappingarár!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder