2015-07-08 04:07
Tá Jóhannus Hansen, sum næsti maður skuldi uppá Trøllkonufingur í dag, sveik sikringin hjá honum, og hann datt.
Í telefonsamrøðu segði Jóhannus, tá hann var komin uppá toppin, at tann eina sikringin hjá honum sveik, men tíbetur hevði hann beint áðrenn sett eina sikring fasta afturat.
Víðari segði Jóhannus, um hann ikki hevði sett tað sikringina fasta, so hevði hann dottið einar fimm metrar niður. - Tíbetur spældi alt væl av.
Myndin er tikin tá ið hann datt, sí annars myndir frá bragdinum her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald