VÍF vann í gjár 32-23 á Kyndli í seinnu CocaCola hálvfinaluni hjá monnum - fyrra hálvfinalan endaði við javnleiki - sostatt er VÍF í finaluni, har teir skulu møta Neistanum. JN.fo hitti Tóka Seloy hjá VÍF eftir dystin.
Vit spurdu Tóka hvat venjarin segði við hann tá hann var skiftur inn eftir 19. min. av fyrra hálvleiki.
- Eg skuldi royna at slappa av og spæla mítt spæl, eg skuldi ikki vera nervøsur.
Les eisini: Birgir: Tóki var munurin.
Vit spurdu eisini Tóka, hvussu tað føldist at vinna VÍF í CocaCola finaluna.
- Tað er ótrúliga deiligt, tað hevur ikki gingist serliga væl hjá mær í ár, eg havi verið nógv skaddur. So kom eg inn í ein so týðandi dyst og avgerða hann- tað var ótrúliga gott.
Les eisini:
Áki: Einki er so gott, sum at vinna á Kyndli.
So spurdu vit hann eisini, hvussu tað er at vinna og spæla á heimavølli við so nógvum áskoðarum.
- Tað var rættuliga skeg, eg hugsaði ikki serliga nógv um tað mitt í dystinum, men móti endanum var tað rættuliga stuttligt at síggja allar áskoðarnar, segði ein ovurfegin Tóki við JN.fo beint eftir dystin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald